Far beinleiðis til innihaldið
VITI

Løgfrøði

Tænastutreytir

Seinast dagført: 19. juli 2026

Hesar treytir galda fyri nýtsluna hjá fyritøkuni ella stovninum hjá tykkum av Viti, herundir kjattinum, API-num og CLI-num. Viti verður veitt fyritøkum og stovnum og er ikki ætlað privatkundum.

Við at stovna eitt arbeiðsøki ella brúka tænastuna góðtaka tit hesar treytir vegna fyritøkuna ella stovnin.

Tænastan

Viti veitir atgongd til málmodell frá triðjapørtum um leiðir, har viðgerðin fer fram í ES. Harumframt fevnir tænastan um dátuverndargátt, stýring av málmodellum, máting av nýtslu og umsiting.

Úrvalið av málmodellum kann broytast við tíðini. Viti kann skifta millum ymiskar uppsetingar av sama málmodelli, men skiftir ikki uttan fráboðan til ein annan bólk av málmodellum.

Hald og rokning

Hald verða avroknað mánaðarliga fyri hvønn virknan brúkara. Ein brúkari, sum ikki nýtir Viti í einum kalendarmánaði, verður ikki roknaður fyri tann mánaðin. Tað verður ein brúkari heldur ikki, um nýtslan er undir markinum, sum gevur grundarlag fyri gjaldi.

Fer nýtslan upp um tað, sum er íroknað í einum stigi, verður einki serstakt nýtslugjald lagt afturat. Brúkarin verður í staðin fluttur upp á næsta stigið tann mánaðin, um tit hava góðkent hetta stigið. Annars verður atgongdin fyribils steðgað.

Nýtsla við API-lyklum er ikki knýtt at einum persóni og verður í staðin fakturerað eftir nýtslu: API-nýtslan hvønn mánað verður fakturerað til galdandi modellprísir sum ein serstøk regla á fakturanum. Í arbeiðsrúminum sæst, hvussu nógv hvør lykil er brúktur henda mánaðin. Ein fyrisitari kann seta eitt mánaðarligt útreiðslumark fyri hvønn lykil; tá ið markið er rokkið, steðgar lykilin til næsta mánað.

Nýtsla verður skrásett, tá ið eitt málmodell framleiðir tekst, og ikki tá ið teksturin verður lisin. Verður eitt svar steðgað, áðrenn tað er liðugt, ella slitnar sambandið, verður tann teksturin, sum longu er framleiddur, taldur við í nýtsluni, tí veitarin longu hevur roknað Viti fyri hann.

Tit kunnu siga haldið upp nær sum helst. Uppsagnin fær gildi við endan á verandi avrokningartíðarskeiði.

Allir prísir eru uttan meirvirðisgjald.

Uppsøgn

Hald verða roknað mánaðarliga frammanundan. Atgongd til Viti verður í løtuni avtalað beinleiðis við okkum og ikki við sjálvvirkandi tilmelding.

Eitt møguligt royndartíðarskeið verður avtalað skrivliga, tá ið arbeiðsøkið hjá tykkum verður stovnað.

Tit kunnu siga haldið upp nær sum helst á rokningarsíðuni í arbeiðsøkinum. Uppsagnin fær gildi við endan á verandi rokningarskeiði, og síðani verður einki gjald tikið afturat.

Loyvd nýtsla

Tit binda tykkum til ikki at:

  • brúka tænastuna til ólóglig endamál ella til at skapa ólógligt innihald;
  • royna at afturkenna persónar í dátum, sum dátuverndargáttin hevur dult;
  • fara uttan um nýtslumørk, ferðmørk ella trygdartiltøk;
  • selja atgongd til tænastuna víðari uttan skrivliga avtalu við okkum;
  • senda inn serligar flokkar av persónsupplýsingum sambært grein 9 í GDPR og líta á duldingarlagið einsamalt sum verju.

Rakstur og tøki

Vit leggja dent á álítandi rakstur og hava støðugt eftirlit við tænastuni. Tænastan verður tó veitt, sum hon er, og vit kunnu ikki tryggja, at hon altíð er tøk uttan steðg.

Uttanhýsis veitarar av málmodellum kunnu fáa rakstrartrupulleikar. Tá ið tað hendir, kann Viti skifta til eina aðra uppseting av sama málmodelli. Ber tað ikki til, fær brúkarin greið boð um villuna.

Ætlað viðlíkahald verður fráboðað frammanundan, har tað ber til.

Ábyrgd

Í størsta mun, sum galdandi lóg loyvir, er samlaða ábyrgdin hjá Viti sambært hesum treytum avmarkað til ta upphædd, sum fyritøkan ella stovnurin hjá tykkum hevur goldið fyri tænastuna seinastu tólv mánaðirnar undan kravinum.

Eingin partur hevur ábyrgd fyri óbeinleiðis ella avleiddum tapi.

Einki í hesum treytum avmarkar ábyrgd, sum sambært galdandi lóg ikki kann avmarkast.

Galdandi lóg

Hesar treytir eru undir føroyskum rætti, og ósemjur skulu viðgerast av føroysku dómstólunum.

Broytingar í hesum treytum

Vit kunnu dagføra hesar treytir.

Um týðandi broytingar verða gjørdar, boða vit fyrisitingarliga sambandsfólkinum hjá tykkum frá í minsta lagi 30 dagar, áðrenn broytingarnar fáa gildi.

Halda tit fram at brúka tænastuna, eftir at broytingarnar eru komnar í gildi, verður tað mett sum góðtøka av teimum dagførdu treytunum.

Samband

Spurningar um hesar treytir kunnu sendast til hello@viti.fo ella við at ringja á +298 209200.

Viti
Tórshavn, Føroyar